 Teljarar í sunnaru helvt í Suðri vóru lidnir við teirra teljing 1. desember
06/12/2011
Næstan 200 teljarar og dømisleiðarar hava seinasta mánaðin staðið fyri útbering og innsavning av spurnabløðunum.
Støðan nú er, at bert nøkur fá spurnabløð eru eftir at fáa inn. Summi vóru fyribils burturstødd, onnur eru gloppin burturímillum. Um onkur er, sum ikki er sloppin av við spurnablaðið, so ber til at ringja til tel. 80 2011.
Nú fer arbeiðið í gongd at lesa spurnabløðini inn í teldurnar. Hetta er eitt drúgt arbeiði. Væntandi tekur tað einar 3 mánaðir.
Síðani skulu upplýsingarnar gerast til hagtøl.
Manntal vónar at fyrstu hagtølini verða klár í seinnu helvt í 2012
|