 Snarlinjan - tel. 80 2011 - svarar spurningum.  Elin Danielsen var úti við spurnabløðum mánakvøldið.  Edvard Olsen er dømisleiðari.
08/11/2011
- Tað gekk av fínasta slag at bera spurnabøðini út. Øll tóku øgiliga væl ímóti mær, sigur Elin Danielsen, sum er ein av teljarunum í Tórshavn.
Elin Danielsen fekk heilsað upp á øll, sum fingu spurnablað og í fleiri førum var avtalað, nær hon skuldi koma aftur eftir spurnabløðunum.
Edvard Olsen, sum er dømisleiðari í Tórshavn, er eisini ovurfegin yvir, hvussu væl tað gekk at bera út.
- Burtursæð frá einum hundi, so vóru allir teljarnir móttiknir við opnum ørmum, sigur Edvard Olsen.
Snarlinjan
Snarlinjan - tel. 80 2011 - lat upp í morgun. Og fleiri hava havt spurningar í sambandi við at fólk eru farin at svara. Fleiri spurningar vóru eisini um, hvussu fólk skuldu gera sum vita at tey ikki verða heima í telji-tíðarskeiðnum. Í teimum førum fáa fólk at vita, at um tey siga frá, so kemur ein teljari seinni eftir spurnablaðnum.
Erla Ree Torvadal og Christina Johannesen vóru til arbeiðis á Snarlinjuni.
|