 Fyri hvørjar 100 stakar kvinnur í USA eru 88 stakir menn at velja.
20/08/2010
Fyri hvørjar 100 stakar kvinnur í USA eru 88 ógiftir menn at velja í. Tey støku í USA hava 904 dating-fyritøkur at hjálpa sær at finna ein maka, um hugurin skuldi verið til tað. Umleið 4300 fólk arbeiða við at hjálpa støkum at finna hvønn annan og dating fyritøkurnar høvdu í 2002 3 milliardir krónur í inntøkum.
96 milliónir amerikanarar eru stakir. Sostatt eru 43 prosent av amerikanarum yvir 18 ár makaleysir, sigur amerikanska manntalsstovan U.S. Census Bureau.
At vera stak ella stakur í hesum høpi er at vera yvir 18 ár og ongantíð verið gift ella giftur, er skild ella skildur ella er einkja ella einkjumaður.
Býtið millum hesum tríggjar bólkar í USA er, at 61 prosent hava ongantíð verið gift, 24 prosent eru skild og 15 prosent er støk, tí makin er deyður.
Einsamøll foreldur
Fleiri og fleiri av hesum staku amerikanarum búgva einsamøll. Meiri enn 31 milliónir búgva einsamøll. Hetta svarar til 27 prosent av øllum húskjunum í USA móti 17 prosentum í 1970.
Av teimum støku vóru 11,6 milliónir foreldur, sum livdu við sínum børnum. Ikki óvæntað var nógv tann størsti parturin av hesum mammur, men næstan tvær milliónir menn livdu einsamallir við sínum børnum
|