|
09/11/2011
Har, ið t.d ein sjómaður, sum býr einsamallur, ikki er heima í tíðarskeiðnum 11. nov til 30. nov. skal hann boða dømisleiðaranum frá ella ringja til Snarlinjuni tel. 80 2011 frá, og vit koma eftir spurnablaðnum áðrenn 1. mars 2011. Um dømisleiðari ella teljari frættir um ein støðu av hesum slag, ber til at boða Deplinum frá umvegis Snarlinjuna. Depilin setir seg í samband við persónin seinni.
Har, ið t.d. ein sjómaður er partur av einum húski og sjómaðurin ikki er heima í tíðarskeiðnum 11. nov til 30. nov, skal ábyrgdarin í húskinum saman við sjómanninum svara. Ber tað ikki til, skal høvuðsspurnablaðið latast inn til teljaran, samstundis, sum húski fær eitt einstaklingaspurnablað, sum er knýtt at høvuðsspurnablaðnum. Tá sjómaðurin kemur heim – um tað er fyri 1. mars 2011 – ber til at seta seg í samband við manntal og vit koma eftir spurnablaðnum.
|