 Dømisskrivstovan í Leynum
31/10/2011
Í næstu viku verða spurnabløðini til fólkateljingina borin í hvørt hús í landinum.
Landið er býtt í 17 teljidømi. Í hvørjum teljidømi er ein dømisleiðari og upp í 10 teljarar. Í alt eru 155 teljiøki, har ein teljari hevur ábyrgdina av at bera spurnabløðini út og koma aftur eftir teimum.
Haraftur at eru fólk sett at telja í felagsbýlum, tað veri seg røktarheim, sambýli og oðrir felagabústaðir.
Fólk eru eisini sett til snarlinjuna, sum svarar meginpartin av samdøgninum. Telefonnummarið er 80 2011.
|