 Jósef og Maria á veg til manntal í Betlehem fyri 2000 árum síðani
18/12/2009
Men tað hendi í teimum døgum er setningurin í Lukas-evangeliunum, sum lýsir kendasta manntal í okkara søgu. Fyri 2000 árum síðani skipaði Augustus, keisari, fyri manntali í øllum Rómverjaríkinum.
Endamálið var fyrst og fremst at telja, hvussu nógvir skattgjaldarar vóru í ríkinum, men eisini hvussu nógvir vápnaførir menn vóru.
Og júst í tí manntalsmeldrinum fyri 2000 árum síðani varð Jesus føddur, so hann var helst eisini taldur við. Í fyrsta lagi sum eitt tal, men skjótt skuldi tað vísa seg, at har var annað á vási í Betlehem enn eitt manntal.
Stjørnan á Betlehems-himmalinum var óvanlig, føðingin í fjósinum var óvanlig, men at halda manntal var als ikki nøkur óvanlig hending.
Keisararnir í Rómverjaríkinum fylgdu so væl við, at har varð manntal hildið fimta hvørt ár í fleiri hundrað ár.
Á okkara døgum hevði politiska orðingin verið, at keisararnir royndu at breiðka skattagrundarlagið.
Í Bíbliuni verða umframt hetta kenda manntalið tvey onnur manntøl umrødd: eitt í sambandi við útlegdina í Egyptalandi 1491 f.Kr. og hitt hjá Dávid kongi 1017 f.Kr
Hesuferð er tað ikki keisarin, men ST, sum sendir boð til allar tjóðir um, at allur heimurin skal skrivast í manntal í 2010 ella 2011.
Næstan 200 lond halda manntal næstu tvey árini. Eftir ætlan verða eisini Føroyar millum hesi lond. Arbeitt verður móti at halda fólkateljing í november 2011.
Hósdagin tann 22. september 1977 var seinasta fólkateljing í Føroyum. Tað vit vita, var henda fólkteljingin tann 27. í røðini.
|