|
06/12/2011
Undirtøkan fyri tiltakinum "Tak eina mynd 11.11.11 kl. 11.11" var ovurhond stór.
Teir fyrstu tímarnar var trýstið so stórt, at fleiri fingu melding um, at villa var íkomin.
Sum dagurin leið og nakrar dagar eftri komu meiri enn 600 myndir inn, sum lýs, hvat føroyingar gjørdu, hvar teir vóru hendan fríggjadagin.
Myndirnar kunnu síggjast her www.1111.fo.
Nú er ætlanin at skipa myndirnar enn meiri. Tær verða brúktar í tí tilfari, sum verður almannakunngjørd, tá úrslitini frá fólkateljingini verða klár.
|