|
27/09/2011
Á manntalinum 11. november 2011 - 11/11-11 - fara 155 teljarar at ganga hús úr húsi at savna inn svaraðu spurnabløðini. Hvørt hús í landinum fær fyrst í november eitt spurnablað, sum teljararnir koma aftur eftir tríggjar tær seinastu vikurnar í november. Manntal søkir nú 155 teljarar at arbeiða 3-4 vikur í november. Teljararnir verða upplærdir um tagnarskyldu og um handfaring av spurnabløðunum í trúnaði. Upplæringin fevnir eisini um rættindi sambært mannarættindum og altjóða sáttmálum. Hvør teljari hevur ábyrgdina av umleið 130 húskjum. Í alt vitja teljararnir eini 19.000 húski. Um onkur ynskir vegleiðing at svara spurnablaðnum, eru teljararnir eisini upplærdir til tað. Fyrstu ferð síðani 1977 Landið verður býtt upp í 17 teljidømi við eini dømisstovu í hvørjum dømi. Dømisleiðarnir samskipa teljingina í døminum og hava ábyrgdina av, at svaraðu spurnabløðini hvønn dag verða goymd trygt undir lási. Hetta er fyrstu ferð síðani 1977, at skipað verður fyri fólkateljing í Føroyum. Úrslitið verður ein neyv lýsing í hagtølum av, hvussu tað er at liva í Føroyum í 2011. Úrslitið kann brúkast hjá politikarum, fyrisiting, áhugafeløgum, granskarum, skúlum og annars øllum, sum hava áhuga í hagtølunum. Øll úrslit verða tøk hjá øllum samstundis. Ongar upplýsingar um einstøk fólk ella húski verða latnar øðrum myndugleikum Hagstova Føroya hevur evstu ábyrgd av manntali 2011.
|