 Teljarar á skeiði. Anna Katrin Matras (tv.) dømisleiðari í Norðoyggjum, Anna Maria Joensen og Jacobina Heinesen teljarar í Norðoyggjum.
10/11/2010
Fríggjadagin fara fyrstu teljararnir út eftir spurnabløðunum í sínum teljiøki. Týsdagin vóru teir tíggju teljararnir í teimum báðum royndardømunum til upplæring á Hagstovuni.
Upplæringin fevnir um at læra spurnablaðið væl at kenna, so teljararnir kunnu vegleiða, tey sum ivast.
Eisini er umráðandi er kenna væl, hvussu innsavningin verður skipað og hvørjar trúnaðar- og trygdarreglur eru galdandi fyri teljarar.
Høvuðsvegleiðing til spurnablaðið er at finna her á heimasíðuni. Tað er avgerandi fyri at royndarteljingin skal eyðnast, at øll hava álit á, at teljarar og dømisleiðarar arbeiða við trygdini í hásæti.
Fastar mannagongdir eru, hvussu spurnabløðini og aðrar upplýsingar, sum teljararnir hava, skulu handfarast.
Ein høvuðsregla er, at teljarin undir ongum umstøðum má taka eitt útfylt spurnablað við heim eftir loknan arbeiðsdag. Øll innsavnaði spurnabløð skulu latast inn á dømisskrivstovuna so hvørt tey eru innsavnaði. Har verða tey goymd undir lás og slá til verða flutt við til Teljidepilin í Havn so hvørt.
Teljarnir hava eisini skrivað undir eina tagnarskylduváttan, sum er tann sama, sum øll, ið arbeiða a Hagstovuni hava undirskrivað.
Tagnarskylduváttanin kann lesast her.
|