-
Hetta er fyri at finna útav, hvørja vinnugrein tú arbeiðir í.
Vinnugreinin verður funnin í arbeiðsgevarayvirlitinum hjá Hagstovuni.
-
Í fyrsta lagi skulu øll teljast – eisini tey, sum kanska ikki standa í fólkaskránni. Fólkateljingin byggir á, hvar fólk vanliga búgva og ikki, hvar tey eru skrásett í fólkaskránni, tí verður spurt um svarið á staðnum. Spurt verður um føðingardag og kyn fyri at kunna sleppa undan, at bland kemur í teir ymsu persónarnar í húskinum.
-
Áhugin hjá Manntal er at fáa hagtøl yvir, hvussu fólk búgva. Fólk, sum búgva í íbúð svara bara, hvussu tey búgva. Fólk, sum leiga kamar, svara ikki býlisspurningunum – tað ger eigarin. Navnið hevur einki við býlið at gera. Navnið og p-talið eru upplýsingar, sum verða brúkt at halda skil á spurnabløðunum.
-
Spurt verður um p-talið, tí soleiðis ber til at halda skil á, at eingin verður tald fleiri ferðir. Spurnabløðini verða maskinlisin, og tá kann verða meiri ella minni ógjørligt at síggja mun á persónunum, um bert skrivaðu stavirnir eru á at líta. P-tal og navn verða bert brúkt til at halda eftirlit við spurnabløðunum. Tá spurnabløðini eru innlisin verða bæði p-tal og nøvn strikað og bert hagtøl verða eftir.
-
Vit hava ongantíð roynt tað áður í Føroyum, og átakið er so mikið stórt og dýrt, at tað ræður um at minka váðan fyri at teljingin miseyðnast. Allar royndir úr øðrum londum vísa, at royndarteljingar hava havt avgerandi týdning fyri, hvussu landsteljingin hevur eyðnast.
-
Tað er strong tagnarskylda galdandi fyri øll, sum arbeiða við fólkateljingini. Tagnarskyldan er galdandi fyri øll viðurskifti, sum teljarar og onnur í starvi hjá Manntali fáa kunnleika um.
• Teljarin, sum hevur til uppgávu at leiðbeina og ansa eftir, at alt er rætt útfylt. Teljarin sær bara spurnabløð á síni egnu rutu. (1)
• Dømisleiðarin, sum samskipar teljingina í teljidømunum, kann í nøkrum førum eftirkanna spurnabløð úr teljidøminum. (1)
• Starvsfólkini á Manntali (4)
Royndarspurningarteljingin verður skipað eftir somu reglum og lógum, sum Hagstovan arbeiðir eftir.
-
Tað er ikki skylda at svara, men vit vóna at tey, sum búgva í royndarøkjunum vilja vera við.
-
Tvey teljidømi eru vald út til royndarteljingina. Eitt teljidømi er Norðoyggjar við fimm teljiøkjum. Hitt teljidømið er Suðurstreymoy, eisini við fimm teljiøkjum.
Í Norðoyggjum eru teljiøkini:
1. Viðareiði
2. Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir
3. Árnafjørður og Kalsoyggin
4. Teljiøki 1 í Klaksvík
5. Teljiøki 2 í Klaksvík.
Í Suðurstreymoy eru teljiøkini í Havnini:
1. Gráasteinsgøta og Fjalsgøta
2. Dalagøta/Varðagøta
3. Bókbindaragøta/Klokkaragøta
4. Miðbýurin
5. Hoyvíkshædd
-
Spurnabløðini til royndarteljingina verða borin út við Posta fríggjadagin 5. november. Teljidagurin er 11. november. Stutt eftir koma teljarar á gátt eftir spurnablaðnum. Væntandi tekur tað einar tríggjar vikur at savna øll spurnabløðini innaftur.
-
Royndarmanntal er ein undanteljing, sum í okkara føri verður gjørt eitt ár undan stóru fólkateljingini í 2011. Á royndarmanntalinum verða allir liðir í teljingini royndir.