|
01/12/2010
Royndarteljingin, sum hevur verið í tríggjar vikur, endaði týskvøldið. 1300 húski hava verið við. Tá stóra fólkateljingin verður í november næsta ár skulu øll umleið 19.000 húskini í landinum verða við. Royndarteljingin skuldi millum annað vísa, hvussu útberingin riggaði, hvussu stór tey einstøku teljiøkini kunnu vera, og hvussu langt innsavningartíðarskeiðið eigur at vera.
Hava verið á øllum hurðum Royndirnar higartil hava víst, at summi øki helst hava verið í størra lagi. Hvør teljari hevði umleið 150 húski. Teljararnir hava verið á hurðini í øllum húsum, men rukku ikki húskjunum í øllum húsum. Tey húski, sum ikki eru rokkin seinastu tríggjar vikurnar fáa ein brævbjálva frá Manntal, har heitt verður á tey at senda svaraða spurnablaðið inn.
Innsavning gingið væl Tað hevur gingið væl at fáa spurnabløðini innaftur, hóast tað hevur verið sjálvboðið at svara spurningunum. Innkomnu spurnabløðini skulu nú eftirviðgerast. Eingi almenn hagtøl verða gjørd burtur úr royndarteljingini. Talan er um at fáa kunnleika um, hvussu best er at gera 11-11-11, tá alt landið skal skrivat í manntal. Trygdarmannagongdirnar skulu eftirmetast, og eisini innihaldið í spurnablaðnum skal gjøgnumgangast av nýggjum.
|