|
02/11/2011
Ein fólkateljing gevur ein tvørskurð av samfelagnum, sum í hagtølum
lýsir, hvussu vit liva í Føroyum. Hetta eru hagtøl, sum skapa grundleggjandi
vitan um Føroyar og kunnu brúkast í politiska arbeiðnum, eins væl
og í mongum øðrum høpi.
Síðani seinasta manntal í 1977 hava vit ikki sæð hagtøl um føroysku
húskini. Einasti møguleiki í dag at fáa hesar upplýsingar er at fara á gátt
hjá øllum í landinum og spyrja.
Týdningarmesta tilfeingið í einum landi eru og verða menniskjuni. At hava
vitan um, hvørji vit eru, er ein neyðug fortreyt fyri at vita, hvussu eitt
nýmótans samfelag skal skipast.
Ein fólkateljing skrásetir neyvt, hvussu samfelagið sær út ein ávísan
dag, men longu dagin eftir broytist støðan. Kortini hevur tað týdning at
fáa eitt neyvt hagtalsyvirlit, tí so ber til at síggja gongdina í einum samfelag
yvir eitt longri tíðarskeið. Í øðrum londum hava fólkateljingar verið
minst 10-unda hvørt ár, og tí hevur borið væl til at samanbera frá eini
teljing til aðra. Men vit skulu heilt aftur til 1977 til seinasta manntal.
Fólkateljingin 2011 skal geva týðandi upplýsingar um borgararnar, og
fer at lýsa demografisku, bústaðarligu og sosialu viðurskiftini hjá okkum
øllum nógv meira umfatandi og nágreiniliga, enn vit eru von við.
Bert ein fólkateljing kann geva okkum haldfastar upplýsingar um eitt nú,
hvørja útbúgving fólk hava, hvørji størv vit hava, hvussu býlisviðurskiftini
eru ella hvussu húskini eru samansett.
Í politisku skipanini, í fyrisitingini, í gransking og undirvísing, hjá áhugafeløgum
og øðrum, verður víst á tørvin á hagtølum. Á sosiala økinum er
stórur tørvur á hagtølum, sum lýsa støðuna í landinum.
So at siga eingi hagtøl eru um, hvussu støðan er hjá húskjunum. Í roynd og veru veit
eingin, hvussu nógv húski eru í landinum.
Eisini í arbeiðsmarknaðarmálum er tørvur á hagtølum um, hvussu arbeiðsmarknaðurin
er settur saman, hvørjir førleikar eru í landinum og hvørjar útbúgvingar føroyingar hava.
|