 Teljari við dyrnar undir royndarteljingini. Mynd: Kristfríð Tyril
20/07/2011
Manntal hevur nú sett dømisleiðarar, sum skulu samskipa fólkateljingina í teimum 17 teljidømunum í landinum.
Dømisleiðararnir skulu samskipa teljingina í dømunum. Í hvørjum dømi verða seinni settir umleið 10 teljarar.
Teljararnir fara til dyrnar hjá fólki eftir spurnabløðunum og kunnu vegleiða húskjunum at útfylla spurnablaðið.
Fyrst í november verða spurnabløðini borin í hvørt hús í landinum og eftir 11. november 2011 og einar 2-3 vikur fram verða spurnabløðini savnaði innaftur.
Í hvørjum dømi verður ein dømisstova, har øll spurnabløðini verða latin inn sama dag, sum teljararnir fáa tey inn. Dømisleiðarin hevur ábyrgdina av, at spurnabløðini verða handfarin í trúnaði og goymd undir lási, til tey verða send víðari til manntalsdepilin í Havn.
Yvirlit yvir dømi og dømisleiðarar
|