Vís øll svar / Fjal øll svar
-
Í spurnablaðnum verður spurt um, hvar fólk vanliga búgva. Spurnablaðið verður svarað har, sum vanligi bústaðurin er. Hvar ein persónur er skrásettur hjá fólkayvirlitinum hevur ongan týdning í hesum høpi. Manntal boðar ikki fólkayvirliti ella nøkrum øðrum myndugleika frá, hvar fólk vanliga búgva.
-
Har, ið t.d ein sjómaður, sum býr einsamallur, ikki er heima í tíðarskeiðnum 11. nov til 30. nov. skal hann boða dømisleiðaranum frá ella ringja til Snarlinjuni tel. 80 2011 frá, og vit koma eftir spurnablaðnum áðrenn 1. mars 2011. Um dømisleiðari ella teljari frættir um ein støðu av hesum slag, ber til at boða Deplinum frá umvegis Snarlinjuna. Depilin setir seg í samband við persónin seinni.
Har, ið t.d. ein sjómaður er partur av einum húski og sjómaðurin ikki er heima í tíðarskeiðnum 11. nov til 30. nov, skal ábyrgdarin í húskinum saman við sjómanninum svara. Ber tað ikki til, skal høvuðsspurnablaðið latast inn til teljaran, samstundis, sum húski fær eitt einstaklingaspurnablað, sum er knýtt at høvuðsspurnablaðnum. Tá sjómaðurin kemur heim – um tað er fyri 1. mars 2011 – ber til at seta seg í samband við manntal og vit koma eftir spurnablaðnum.
-
Nei. Ein teljari kemur til dyrnar eftir spurnablaðnum. Teljidagurin er 11/-22, men tað kann gott vera, at teljarin kemur nakrar dagar seinni eftir spurnablaðnum. Hvør teljari skal í umleið 130 hús.
-
Hetta er fyri at finna útav, hvørja vinnugrein tú arbeiðir í. Vinnugreinin verður funnin í arbeiðsgevarayvirlitinum hjá Hagstovuni.
-
Í fyrsta lagi skulu øll teljast – eisini tey, sum kanska ikki standa í fólkaskránni. Fólkateljingin byggir á, hvar fólk vanliga búgva og ikki, hvar tey eru skrásett í fólkaskránni, tí verður spurt um svarið á staðnum. Spurt verður um føðingardag og kyn fyri at kunna sleppa undan, at bland kemur í teir ymsu persónarnar í húskinum.
-
Áhugin hjá Manntal er at fáa hagtøl yvir, hvussu fólk búgva. Fólk, sum búgva í íbúð svara bara, hvussu tey búgva. Fólk, sum leiga kamar, svara ikki býlisspurningunum – tað ger eigarin. Navnið hevur einki við býlið at gera. Navnið og p-talið eru upplýsingar, sum verða brúkt at halda skil á spurnabløðunum.
-
Spurt verður um p-talið, tí soleiðis ber til at halda skil á, at eingin verður tald fleiri ferðir. Spurnabløðini verða maskinlisin, og tá kann verða meiri ella minni ógjørligt at síggja mun á persónunum, um bert skrivaðu stavirnir eru á at líta. P-tal og navn verða bert brúkt til at halda eftirlit við spurnabløðunum. Tá spurnabløðini eru innlisin verða bæði p-tal og nøvn strikað og bert hagtøl verða eftir.
|
|
|
|