|
20/05/2009
Fyrstu ferð talt verður í Føroyum, hvussu nógv búgva her, er í 1769, tá prestarnir fingu álagt av øvrigheitini, sum var norski kongurin, at telja fólk. Talið, sum prestarnir komu fram til var 4773.
Áleið samstundis ferðaðist Jens Chr. Svabo rund í landinum og hann gjørdist sær eisini sínar metingar um, hvussu nógv búðu í Føroyum. Hansara meting var 4409.
Í 1801 er fyrsta manntalið, har eitt nú navn og kyn verður sett á landsins íbúgvar.
|