11. november er Mortansmessa. Næsta ár á Mortansmessu verður manntal hildið í Føroyum. Og tað hóskar væl. Tí Mortan, sum dagurin er nevndur eftir, er sami Santa Mortan, sum vit kvøða um, tá vit telja jólini.
Andrass bóndi í Tjørnuvík skrivar í Varðanum 17. bind frá 1937 grein um at telja jólini.
Rasmus Rasmussen skrivar í bókini ”Sær er siður á landi” um at telja jólini.