04/09/2009
ST um manntal og húsatal
Her er inngangurin til ST-vegleiðingina um manntal: Principles and Recommendations for Population and Housing Censuses Revision 2

Týdningarmesta tilfeingi í einum samfelagi er menniskjaliga tilfeingið. Tað er avgerandi at kunna virðismeta nøgd og góðsku á hesum menniskjaliga tilfeinginum í smáum økjum, í pørtum av einum landi og í landinum, sum heild. Tað er ein fyritreyt í nýmótans stjórnararbeiði.

Afturat svarinum upp á spurningin ”Hvussu nógv eru vit?” er eisini neyðugt at svara spurninginum ”Hvørji eru vit?”, har vit hugsa um aldur, kyn, útbúgving, arbeiði, virsemi og onnur eyðkenni fyri einstaklingin. Men tað hevur eisini týdning at svara spurninginum ”Hvar liva vit?”, har vit hugsa um slag og stødd av býli, hentleikar eitt nú atgongd til inernet. Svarini upp á hesar spurningar gevur okkum eitt hagtalsgrundarlag, sum er ein avgjørd fortreyt fyri, at avgerðir á øllum stigum byggja á sannroyndargrund. Hendan vitan er eisini alneyðug at fylgja við gongdini í alment viðurkenda og altjóða staðfesta Túsund-aldar Menningar Stavnhaldinum. (Millennium Development Goals)

Krevjandi at halda manntal

Í summum londum ber til at gera hesi hagtøl fyri smá øki út frá fyrsitingarligum skráum ella frá einum blandi av ymsum dátakeldum. Men meginparturin av heimsins londum halda manntal og húsatal fyri at fáa til vegar hesar upplýsingar. Á manntali verður farið kring alt landið, í hvørt eisnasta býli, at savna upplýsingar um hvønn einstakan íbúgva ein ávísan dag.

At halda manntal á henda siðbundna hát, er eitt tað størsta og truplasta átakið nakað land kann fara undir í friðartíð. Alt landið skal kortleggjast, ein rúgva av teljarum skal læra at savna upplýsingarnar inn. Undirtøka skal fáast millum fólk, so øll vilja svara. Ein mynd skal gerast av hvørjum einasta húski í landinum. Tølini skulu viðgerast og berast fólkinum aftur til nýtslu.

Í flestu førum eru siðbundin manntøl eitt høvi at savna fólkið í einum landi um eitt størri tiltak, sum eisini varpar ljós á hagtalsframleiðslu. Hjá nógvum fólkum er manntal einasta ferðin, at staturin vendir sær til tey og spyr tey ein spurning. Nógv lond eru eisini errin av, at tey megna at halda manntal.

Bara til hagtøl

Skal manntal eydnast, er altavgerandi at tryggja øllum, at alt tilfar verður viðgjørt í trúnaði. Tað skal gerast øllum púra greitt, at einasta endamálið at halda manntal er at útvega tilfar til hagtøl. Eingin upplýsing um tann einstaka fer víðari til verandi skráir ella nýggjar skráir. Í grein 6 í Fundamental Principles of Official Statistics  verður stafest: Dáta, sum hagstovur savna inn um tann einstaka til hagtalsnýtslu, skulu haldast í trúnaði og mugu bara brúkast til hagtøl.

ST mælir til, at øll lond og øki í heiminum halda nágreiniligar fólka- og býlisteljingar niður í minstu øki einaferð í tíðarskeiðnum 2005-2014 – helst umleið 2010. Fyri flestu tjóðir merkir hetta, at tær skulu halda siðbundið manntal. Leiðbeiningin Principles and Recommendations for Population and Housing Censuses er um, hvussu lond kunnu halda manntal, men vísir eisini á aðrar hættir at útvega álítandi hagtøl um íbúgvar og býli.

Fólka- og býlisteljing ella manntal er ein av súlunum undir hagtølunum um eyðkennini hjá íbúgvunum í einum landi. Manntal er ein fastur partur av hagtalsskipanini, sum eisini kann umfata aðrar teljingar, stakroyndarkanningar, skráir og aðra fyrisitingarliga vitan. Tað krevst eisini, at slíkar teljingar verða gjørdar við jøvnum millumbili bæði fyri alt landið og fyri tey smærru økini. Í smáum landaøkjum og fólkabólkum er manntal einasta keldan til upplýsingar um sosial, demografisk og búskaparlig eyðkenni. Í fleiri londum geva manntøl eitt sterkt grundarlag at gera stakroyndarkanningar eftir.

Her er ST-vegleiðingin

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo