|
13/08/2009
Fólkateljingar er ikki nakað, sum er nýliga uppfunnið. Best kendar eru helst fólkateljingarnar, sum eru nevndar í Bíbliuni, sum eita manntal. Í 1700-talinum vóru fyrstu fólkateljingarnar í Evropa, sum góvu eina hagfrøðiliga mynd av íbúgvunum í landinum. Í Norðurlondum var fólkateljing í Íslandi í 1701, í Svøríki í 1748 og í Danmark-Norra-Føroyum í 1769.
Fyrsta teljingin í USA var í 1790, tær fyrstu í Bretlandi og Fraklandi í 1801.
At fremja hesar fólkateljingarnar var sera trupult. Sjálvsagt vóru ongar royndir frammanundan, samskiftið var trupult og fólk vóru illgrunnasom. Ein annar trupulleiki var, at upplýsingarnar um samansetingina í fólkinum í einum landi avdúkaði eisini, hvussu hernaðarliga styrkin hjá landinum var. Av hesi orsøk gekk ofta rúm tíð frá teljingini, til úrslitini vórðu almannakunngjørd. Ofta var herurin als ikki við í teimum fyrstu fólkateljingunum.
Elstu fólkateljingarnar hava verið í Babylon, Egyptalandi og Kina 2000-3000 ár fyri okkara tíðarrokning. Seinni hava teljingar verið í Grikkalandi og Rómverjaríkinum. Í miðøldini og fyrsta parti av nýggjari tíð vóru næstan ongar fólkateljingar. Felags fyri hesi fyrstu manntølini var, at tey bert vórðu brúkt til fyrisitingarlig endamál, sum skattaálíkning og at finna hermenn til hertænastu.
Týðandi kelda
Fólkateljingar hava altíð verið og eru framvegis týðandi hendingar. Eitt manntal verður sett í gongd av landsstýri og løgtingi. Í dag eru ikki nógv lond ella øki, sum onki manntal hava hildið. Seinasta í Føroyum var í 1977. Ein fólkateljing er ofta ein stór savnandi felags hending í einum landi.
Sera ymiskt er, hvussu álítandi fólkateljingar eru, tí viðurskiftini eru so ymisk í teimum ymsu londunum. Endamálið við manntølunum er eisini broytt nógv og er sera ymiskt frá landi til land. Felags er tó, at eitt manntal skal geva eina løtumynd av fólkinum á manntalsdegnum. Seinastu árini hava nógv lond samstundis gjørt eina býlisteljing.
Fleiri lond hava leingi havt fólkayvirlit, sum hava havt neyvt skil á, hvussu nógv búgva í landinum. Kortini hava manntøl verið hildin í teimum londunum fyri at fáa aðrar upplýsingar, sum ikki kunnu fáast aðrar vegir. Eitt manntal verður ofta eisini brúkt, sum eitt byrjanarstað til aðrar grundleggjandi fyrsitingarligar skráir. Tað veri seg býlisskrá, virkisskrá ella útbúgvingarskrá.
Manntal einasta amboðið
Hvussu álítandi fólkayvirlitini í einum landi eru, skiftir eisini frá landi til land. Fólkateljingin í USA í 1980 vísti eitt alment íbúgvatal, sum var 4 milliónir hægri enn tað, sum fólkayvirlitið vísti. Orsøkin var helst, at í USA eru nógv, sum koma ólógliga inn í landið at búseta seg.
Í nógvum menningarlondum eru siðbundnar fólkatejingar einasta amboðið til at fáa álítandi hagtøl yvir fólkið í landinum. Hin møguleikin er at gera spurnakanningar millum ein part av fólkinum.
Siðbundnar fólkateljingar eru sjálvstøðugar teljingar, har teljarar koma út í hvørt heim við einum spurnablaði. At gera spurnakanningar gevur nógv veikari úrslit, serliga tí tá fáast ikki tøl fyri smá landafrøðilig øki ella fyri smáar fólkabólkar.
Draga hagtøl úr skráum
Í londum við miðsavnaðum fólkayvirliti er alsamt minni brúk fyri siðbundnum fólkateljingum. Hesi lond hava longu so nógvar upplýsingar um einstaka borgaran i ymsum skráum, at til ber at draga neyðugu upplýsingarnar haðani. Í Danmark, Norra, Finnlandi og Íslandi verða ikki longur gjørdar fólkateljingar. Har ber til at fáa allar upplýsingar úr verandi skráum.
Í Føroyum eru vit ikki komin har til enn. Landsfólkayvirlitið hevur nógvar upplýsingar, men er ikki fullfíggjað, serliga ikki bústaðarparturin.
Manntalið, sum verður í 2011, skal eisini brúkast til at dagføra landsfólkayvirlitið. Í longdini er eisini ætlanin at gera aðrar skráir, so óneyðugt verður við so umfatandi fólkateljingum. Aðrar skráir eru eitt nú býlisskráir, virkisskráir og útbúgvingarskráir. Um hesar skráir verða stovnaðar og viðlíkahildnar, kann meginparturin av hagtølunum fáast haðani.
Men higartil verður eingin av hesum skráum partur av manntalinum i 2011. So hetta verður ikki seinasta fólkateljing í Føroyum.
Altjóða felagsskapir hava leingi roynt at samskipa heimsins hagtøl og eisini fólkateljingarnar. Longu í 1890 var tað ein altjóða viðtøka at royna at leggja fólkateljingarnar á ár, um endaðu við 0. Eftir kríggið hevur ST havt ein virknan leiklut í at samskipa fólkateljingar. Fyri hvørja fólka- og býlisteljing sendir ST út síni tilmæli um evni at spyrja um og annars mannagongdir undir teljingunum.
Kelda: Statistisk Sentralbyrå Norra
|