Um spurningarnir gerast ov nógvir, er vandi fyri at teir ikki verða nóg væl og samvitskufult svaraðir, og so kann alt manntalið gerast munandi verri í dygd. Tað verður tí neyðugt at sálda spurningar frá. Her verða lýstar nakrar av meginreglunum fyri val av spurningum.
|
ST | Spurnarevni, ið ST hevur ásett sum høvuðsevni - core topics - skulu við, uttan so, at evnið kann svarast upp á aðrar mátar enn við einum manntali. |
Sambæri | Úrslit skulu kunna samanberast við samsvarandi tøl frá undanfarnum manntølum. Tí kunnu spurnaevnnu koma upp á tal, ið skulu tryggja hetta sambærið |
Svarbyrðan | Í øllum hagtalsarbeiði er tað ein grundregla at minka mest møguligt um byrðuna at svara spurningum. Tí má einki óneðygt verða spurt. |
Staðfestur tørvur | Tað skal verða ein staðfestur tørvur á spurnarevninum. Tað má kunna grundgevast fyri, at evnið hevur samfelagsgagnligan týdning, t.d. við betri tænastum, menning ella eftirkanning av skipanum og stevnum, sum hava týdning fyri Føroyar sum heild. |
Aðrar keldur | Tað verða ikki settir spurningar, sum tað ber til at fáa svaraðar við støði í øðrum keldum, til dømis almennum skráum. |
Úrvalskanning | Har sum spurnarevnið eins væl kann lýsast við eini minni kanning av einum úrvali av fólki, verður tað lagt burturúr. Til dømis í førum har tað er nøktandi at kenna heildarúrslit fyri alt landið ella fyri sýslur |
Krossgreiningar | Har sum tað hevur týdning at kanna samanheingi millum fleiri spurnaevni sínámillum, kann tað tó koma upp á tal at hava slíkar spurningar við, soleiðis at til ber at gera fleirgildar krossgreiningar (multivariata analysu) |
Ikki torspurt | Evnið má vera greitt at skilja. Tað má kunna lýsast við rímiliga lættskiltum spurningi uttan drúgva frágreiðing. |
Ikki nærspurið | Spurt verður ikki um áskoðan og meiningar, og spurningarnir mugu ikki bera á brá at ganga ørindi fyri serligar áhugabólkar ella partapolikk. |