-
Ongir spurningar ganga so nær, at ikki einhvør eigur at kunna svara uttan at kenna seg illa. Harafturat er týdningarmikið at vita, at tað vera bert hagtøl, sum koma burtur úr manntalinum. Alt tilfar verður viðgjørt í trúnaði og einki úrslit verður almannakunngjørd, har nakar kann kennast aftur. Ein serlig løgtingslóg skal tryggja, at allar upplýsingar verða loystar frá einstaklinginum og bert verða brúktar til hagtøl.
-
Allar upplýsingar um tann einstaka verða latnar í trúnaði og upplýsingarnar verða ikki brúktar til nakað slag av skráseting í almennum skráum. Manntal er hagtøl og bara hagtøl. Lóg um Hagstovu Føroya og ein serlig lóg um Manntal 2011 skulu tryggja, at allar upplýsingar bert vera brúktar til hagtøl og at eingin kann kennast aftur í tølunum.
-
Manntal 2011 er ein almenn verkætlan, sum hevur sjálvstøðuga játtan undir Hagstovuni. Á fíggjarlógini 2008 vóru játtaðar 800.000 krónur. Í 2009 vóru játtaðar 1,8 millión kr. Sama upphædd var játtað í 2010. Biðið er um eina eykajáttan upp á 500.000 kr, su mskal brúkast til royndarteljingina.
-
Øll húski í Føroyum fáa sendandi eitt spurnablað at útfylla. Einar 14 dagar seinni kemur eitt umboð fyri Manntal á gátt eftir spurnablaðnum. Tá ber eisini til at fáa hjálp at útfylla blaðið, um ivaspurningar eru.
-
Manntal verður hildið 11. november 2011. Tá verður eitt spurnablað sent í hvørt hús og hvørt húski skal svara fleiri spurningum um ymisk viðurskifti. Í november 2010 var ein royndarteljing hildin.
-
Orðini bæði merkja stórtsæð tað sama. Vit valdu manntal, tí vit halda at tað betur kann lýsa, at uppgávan er nógv størri enn at telja íbúgvaratalið í Føroyum. Manntal fevnir eisini um eina býlisteljing.
-
Nei. Manntal er ein verkætlan undir Hagstovuni, har pengarnir til Manntal vera játtaðir á eina undirkontu hjá Hagsstovuni.
-
Jú. Manntal er fyrst og fremst ein neyv hagtalslýsing av, hvussu Føroyar eru skrúvaðar saman. Talan er um hagtøl, sum bert fáast við at fara í hvørt hús í landinum at spyrja.